Rættlestur, týðing og transkribering á enskum og donskum fyri stovnar, fyritøkur og einstaklingar.
Um flugubein
Maud Magnussen er útbúgvin Cand. Mag. í enskum og søgu frá Københavns Universitet. Undir lestri hevur hon starvast sum skúlahjálp og privatundirvísari hjá fólkaskúla- og miðnámsnæmingum, bæði sum sjálvboðin hjá LektierOnline og fríyrkis hjá Go'Karakter. Harumframt hevur hon royndir sum fríyrkis rættlesari, týðari og teksthøvundur fyri universitetslesandi og fyritøkur innan ferða- og fiskivinnuna.
Samsýning er tengd at tekstaslag og -longd, eins og øðrum viðurskiftum, so sum tíðarfreist og torleikastig.
Set teg í samband við Maud fyri at fáa eitt óbindandi prísboð. Bæði fyrispurningar og uppgávur verða viðgjørd í fullum trúnaði.
Samband
(+298) 503 563
Onnur, ið hava sett flugubein, siga:
Takk fyri eitt sera gott arbeiði við at rættlesa mín MBA høvuðsuppgávu á heysti 2016. Tú ert sera nærløgd, megnar at rættlesa og rætta rúgvismikið tilfar og levera eitt úrslit á sera høgum málsligum støði.
– Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverk
Jeg har brugt Maud til at få hjælp til oversættelse i forbindelse med mit speciale. Jeg fik yderst kompetent og meget dedikeret service, så hun har kun de bedste anbefalinger fra mig.
– Christine Hansen, Cand. Soc.
Eg setti meg í samband við Maud einar tvær vikur áðrenn eg skuldi lata MA høvuðsritgerð mína inn. Tíbetur lá fyri hjá henni og hon legði alla arbeiðsorku í og útinti eitt vælaverk. Umframt málsligu hjálpina var hon eisini holl í ráðum sum heild viðvíkjandi tí at skriva ritgerð.
– Jón Kragesteen, M.S..Sc. in West Nordic Studies